Spotify klárar ikki at vinna pening

Spotify klárar ikki at vinna pening
Hallið hjá tónleikatænastuni Spotify var meira enn eina milliard krónur í 2015 hóast sølan vaks nógv í fjør
Tónleikatænastan, Spotify, veksur alsamt, men vinnur framvegis ongan pening. Tað er niðurstøðan í nýggjasta ársroknskapinum hjá tónleikatænastuni
 
24.05.2016 - 08:44

Tónleikatænastan, Spotify, veksur alsamt, men vinnur framvegis ongan pening. Tað er niðurstøðan, nú ársroknskapurin hjá holdingfelagnum Spotify Technologies er kunngjørdur.

Hallið var 1,28 milliardir krónur í fjør, hóast inntøkurnar vóru fleiri enn 14,5 milliardir krónur. Ein vøkstur, ið er 80% í mun til árið fyri, tá vøksturin var 45 prosent.

Tænastan, sum loyvir fólki at stroyma óavmarkað mongd av tónleiki á netinum fyri eitt ávíst mánaðarligt gjald, varð stovnað í 2008 og er tann størsta av sínum slagi í heiminum.

Halda fram at gera íløgur

Felagið, sum byrjaði í Svøríki, men hvørs holdingfelag hevur heimstað í Luksemburg, hevur fleiri enn 30 milliónir haldarar

Hóast pengarnir frá haldum og lýsingum stroyma inn, so hevur felagið enn ikki havt yvirskot. Tað er heldur ikki ætlanin enn.

- Vit vænta, at vit fáa stórt yvirskot, so hvørt sum vit vaksa, sigur Spotify í eini fráboðan, sambært tíðindastovuni AFP. Felagið heldur fram at gera íløgur, sambært fráboðanini

Øll ikki so fegin um Spotify

Spotify hevur gjørt stórar íløgur í at nýtslurættindi til tónleikin. Eitt nú hevur felagið gjørt avtalu við KODA, ið umsitur meginpartin av tónleikinum hjá donskum, grønlendskum og føroyskum tónasmiðjum, um at selja brúksrættindi til tónleikin fyri eitt ávíst gjald.

Ikki øll eru so fegin um Spotify. Nøkur plátufeløg og tónleikarar nokta at loyva Spotify at fáa hendur á tónleikinum, tí tað ávirkar fløgusøluna og tey fáa ov lítið fyri tað.

Eitt nú Taylor Swift, Adele og Radiohead, og bæði kt-risin Apple og rapparin Jay-Z er komin við sínum stroymingartænastum, sum kappast við Spotify.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386