Arbeiðið at listprýða skúlan bjóðast út

Arbeiðið at listprýða skúlan bjóðast út
Skjótt sleppa listafólk at bjóða upp á arbeiðið at prýða Glasir. Tríggjar milliónir krónur eru settar av
List fyri tríggjar milliónir krónur skal prýða Glasir. Áhugað listafólk sleppa skjótt at bjóða upp á arbeiðið, at prýða skúlan
 
01.06.2016 - 08:21

Listaprýðisnevndin, sum landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett, er farin til verka. Tríggjar milliónir krónur eru settar av til list í Glasi. Tríggjar milliónir eru eitt prosent av tí, sum handverkararnir kosta.

Ætlanin hjá Mentamálaráðnum er, at arbeiðið hjá listprýðisnevndini í Glasi verður grundarlag undir framtíðar leiðreglum fyri list í almenna rúminum.

Í listprýðisnevndini eru Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, hann er formaður í nevndini, Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, Finn Nørkjær, arkitektur hjá BIG, Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki, Hansina Iversen, listakvinna og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817