Sjúkrahúslógin kanska broytast

Sjúkrahúslógin kanska broytast
Tað ber til at døma fólk á sjúkrahús uttanlands uttan um sjúkrahúslógina. Heilsu- og innlendismálaráðið fer nú at kanna, um lógin skal broytast
 
06.06.2016 - 15:13

Sambært rættargangslógini ber til at døma fólk á sjúkrahús uttanlands uttan um sjúkrahúslógina. Tá løgtingslógin um sjúkrahúsverkið sigur, at bara sjukrahúsverkið kann senda sjúklingar til viðgerðar uttanlands, er lógin bara galdandi fyri avgerðir, sum sjúkrahúsverkið tekur. 

Føroya rættur hevði heimild sambært rættargangslógini at avgera, at filipinski sjómaðurin skuldi á sjúkrahús í Danmark, uttan at nøkur ávísing um tað var eftir reglunum í sjúkrahúslógini.

SÍ EISINI Stór rokning hjá Heilsumálaráðnum í Hægstarætt

Hægstirættur sigur, at lógin um sjúkrahúsverkið skal tryggja læknafaklig og fíggjarlig fyrilit. Sambært rættargangslógini kann rætturin taka atlit til viðgerð og trygd, tá hann dømir fólk á sjúkrahús, og ákæruvaldið tekur undir við tí.

Hægstirættur heldur, at Føroya rættur hevur mett, um tað hevði borið til at dømt mannin í viðgerðarvarðhald í Føroyum, tá viðgerðin og trygdin eru havdar í huga. Ein slík meting er gjørd, sigur Hægstirættur. Tí varð maðurin dømdur í viðgerð í Danmark.

Kostar landinum 11 mió. kr.

Nú drúgva sakarmálið um psykiatrisku viðgerðina hjá filipinska sjómanninum, sum 26. juni í 2005 stakk skiparin á frálandsskipinum Tórsvík við knívi, er liðugt, er greitt, at málið kostar landskassanum næstan 11 mió.kr.

Nógv tað mesta fór til Region Hovedstaden, sum ikki vildi gjalda fyri viðgerðina, og landskassin skal eisini rinda sakarkostnaðin hjá landsstýrinum og Heilsumálaráðnum.

Eitt nevningating í Føroya rætti dømdi sjómannin í viðgerð tann 13. oktober í 2006. Men longu tann 5. juli í 2006 avgjørdi Føroya rættur, at maðurin, meðan hann var varðhaldsfongslaður, skuldi vera á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark.

SÍ EISINI Peningur takast av kontuni til serviðgerðir

Maðurin var tá í Vestre fængsel. Tá hann so varð dømdur góðar tríggjar mánaðir seinni, varð avgjørt, at hann skuldi vera verandi á Sct. Hans.

Ole Spiermann, advokatur hjá landsstýrinum og Heilsumálaráðnum, segði eftir dómin hjá Hægstarætti fríggjadagin, at fyri at sleppa undan endurtøkum krevst lógarbroyting.

Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum, sigur, at tey fara nú at viðgera dómin hjá Hægstarætti og kanna, um neyðugt verður at broyta lógir fyri at sleppa undan málum sum hesum í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011