Kvotan skal býtast fyrr

Kvotan skal býtast fyrr
Kvotan við Eysturgrønland verður útlutað alt ov seint, heldur felagið Línuskip
 
13.06.2016 - 08:09

Kvotan við Eysturgrønland verður útlutað alt ov seint. Føroysk línuskip sleppa at fiska tosk og brosmu við Eysturgrønland

Felagið Línuskip gjørdi vart við longu í januar, at kvotan skuldi verða býtt í seinasta lagi 1. mars, tí tá eru línuskipini undir Íslandi.

Haðani er styttri at sigla til Grønlands enn úr Føroyum. Men tað bar ikki til, og tað átala Línuskip harðliga. Fiskivinnuráðið tekur undir við felagnum.

Felagið Línuskip mælir til at býta kvotuna javnt millum línuskipini, sum so avtala sínámillum, at nøkur skip fiska alt.

Skulu ikki hava vinning

Skipini, sum lata øðrum sína kvotu, skulu ikki hava nakran vinning av tí. Fiskimálaráðið ætlar, at bara seks skip sleppa at fiska har við Eysturgrønland í senn.

Fær Vørn fleiri enn seks umsóknir frá línuskipum, sum vilja til Eysturgrønlands, verður lutakast millum umsøkjararnar. Hvørt skipið fær loyvi til ein túr til Eysturgrønlands.

Báðar kvoturnar, toskur og brosma, eru felagskvotur. Felagið Línuskip mælir til, at lutakastið í ár skal ikki gerast grundarlag undir søguligum rættindum í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360