Nú byrjar almenna vitjanin

Nú byrjar almenna vitjanin
Klokkan eitt korter til tíggju fyrrapartin byrjar almenna vitjanin hjá Margretu drotning í Føroyum, tá Dannebrog leggur at á Drelnesi
Klokkan 9:15 í morgun byrjar almenna vitjanin hjá hennara hátign Margretu drotning í Føroyum, tá Dannebrog leggur at bryggju á Drelnesi
 
13.06.2016 - 09:06

Dannebrog leggur at á Drelnesi við mentanarhúsið Salt, har løgmaður, ríkisumboðsmaðurin og Kristin Michelsen, borgarstjóri, taka ímóti.

Drotningin kom til Føroya seinnapartin gjár við flogfari hjá danska herinum, og úr Vágum varð farið umborð á Dannebrog, sum lá á Kollafirði.

Drotningin fer fyrst at vitja Salt, har Ólavur Rasmussen, formaður í Salt-grunninum fer at greiða frá. Síðani verður farið til Hovs at vitja skúladepilin.

SÍ EISINI Her er skráin fyri drotningavitjanina í Suðuroy

Úr Hovi verður farið til Hvalbiar og Sandvíkar. Í Hvalba verður m.a. vitjað á Sambýlinum Óðalsbrekku, og í Sandvík verður farið inn á gólvið í elsta húsinum í Suðuroynni.

Seinnapartin verður vitjað á Tvøroyri, millum annað í húsunum, har kongaligi einahandilin helt til, á Varðanum Pelagic og umborð á M/S Thorshavn.

Í kvøld er býráðið á Tvøroyri vertur við døgurða á Seglloftinum. Í morgin vitjar drotningin í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083