Hevur fund við báðar partar í dag

Hevur fund við báðar partar í dag
Semingsstovnurin roynir semju í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
Terje Sigurðsson er semingmaður
 
18.06.2016 - 11:50

Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar heldur fram.

Nú klokkan klokkan 13 fer Semingsstovnurin at hava fund við báðar partar. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, torir ikki at meta, hvussu leingi hann fer at sita við pørtunum í dag.

Tað vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum sendu boð eftir Semingsstovninum.

Partarnir vóru annars til reiðar at skriva nýggjan sáttmála, men ein óloystur spurningur var kortini eftir. Hann gjørdi, at felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kundi ikki skriva undir.

Óloysti spurningurin er um lønina hjá einum serligum bólki av sjúkrarøktarfrøðingum.

Semingsstovnurin hevur havt fund við partarnar hvør sær, men nú eru bæði Lønardeildin og sjúkrarøktarfrøðingarnir boðsend at koma á fund í senn. Fundurin verður klokkan 13.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334