Nú kemur menningarætlanin

Nú kemur menningarætlanin
Fyrrapartin týsdagin fær Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlanina um, hvussu sjúkrahúsverkið skal mennast
 
22.06.2016 - 12:08

Eitt tað fyrsta, sum Sirið Stenberg gjørdi, tá hon var vorðin landsstýriskvinna í september í fjør, var at boða frá einari mennningarætlan fyri sjúkrahúsini.

Fyrst í februar vórðu fýra bólkar mannaðir; stýrisbólkur, verkætlanarbólkur, serfrøðingabólkur og ein politiskur fylgibólkur.

48 fólk gjørt menningarætlanina

48 fólk, millum annað tveir serfrøðingar úr Íslandi og Noregi, hava nú gjørt menningarætlanina, sum verður almannakunngjørd týsdagin.

Í samgonguskjalinum stendur, at arbeiðið við ”Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”, sum eitt samt løgting tók undir við í mai í fjør, verður gjørt.

Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum. Ein ætlan er orðað í trimum høvuðspørtum við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina.

Tríggir høvuðspartar orðaðir

Tilmæli skuldu gerast um, hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum, hvørjar skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu tær skulu samskipast millum sjúkrahúsini.

Ætlan er gjørd um, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið.

Fíggjarligi tørvurin og starvsfólkaorkan hjá sjúkraverkinum er mettur. Endamálið er at veita heilsutænastur á hægsta stigi, stendur í arbeiðssetninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804