Tilmælið um endurvenjing á gáttini

Tilmælið um endurvenjing á gáttini
Mánadagin er ætlanin at handa tilmælið um endurvenjing, sum ein arbeiðsbólkur hjá Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Kommunufelagnum hevur gjørt
 
23.06.2016 - 18:18

Ógreitt er, hvør skal bjóða fólki endurvenjing, landið ella kommnurnar, eftir at heimarøkt og eldraøkið varð latið kommununum at umsita. Síðani hevur ivi verið um markamótið millum land og kommunur.

Tí varð ein arbeiðsbólkur settur at gera tilmæli um eina samanhangandi tænastu og eitt yvirlit, sum ger, at eingin longur ivast í, hvørja endurvenjing ávikavist sjúkrahúsini, Almannaverkið og kommunurnar skulu veita.

So leingi bíðað verður eftir tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, og til politisk støða er tikin til tilmælið, eru landsstýrið og Kommunufelagið samd um, at kommunurnar bjóða fólkapensjónistum endurvenjing.

Sjúkrahúsverkið gevur sjúklingum endurvenjing, og Almannaverkið hevur fólk upp í 66 ár, sum hava brúk fyri endurvenjing eftir sjúku ella skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065