Nú kemur menningarætlanin

Nú kemur menningarætlanin
Klokkan tíggju verður menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum
 
28.06.2016 - 07:57

Tað verður formaðurin í stóra verkætlanarbólkinum, Sveinn Magnússon, sum handar landsstýriskvinnuni í heilsumálum ætlanina.

Bólkurin skuldi millum annað orða eitt tilmæli um, hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um, hvørjar viðgerðir og tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu tær skulu samskipast millum sjúkrahúsini.

Tað verður eisini mælt til ein leist í royndini at fáa læknar til Føroya at arbeiða sambært tíðindaskrivinum, ið er sent miðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065