Barn álopið: Nú verða svanar avlívaðir

Barn álopið: Nú verða svanar avlívaðir
Álop á eitt barn kostar svanunum á vatninum við Mølina á Eiði lívið. Eitt smábarn á súkklu varð herfyri álopið
Eitt smábarn, sum súkklaði á gøtuni við vatnið á Eiði, bleiv álopið av einum svanapari. Álopið kostar nú svanunum við Mølina lívið
 
28.06.2016 - 10:12

Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, sigur, at eitt samt bygdarráð í Eiðis kommuna í gjár avgjørdi at avtaka svanirnar.

Orsøkin er, sigur borgarstjórin, at eitt smábarn, sum súkklaði á gøtuni við vatnið, bleiv álopið av einum svanapari.

Vaksin komu framvið og hjálptu barninum, sum ongan skaða fekk. Jógvan í Skorini sigur, at kommunan er í hesum føri at meta sum eitt húsarhald.

Um eitt húsarhald hevur eitt kríatúr, sum ger seg inn á fólk, verður kríatúrið avtikið. Svanarnir eru avsagdir í samráði við avvarðandi mynduleikar, sigur borgarstjórin á Eiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928