Økja norsku alivinnuna

Økja norsku alivinnuna
Fiskimálaráðharrin í Noregi hevur givið boð um, at nøgdin av laksi í aliringum skal broytast, so norðmenn kunnu ala meira laks
Norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, hevur givið boð um at broyta nøgdina av laksi í aliringunum. Alararnir gera sjálvir av um teir taka av tilboðnum
 
04.07.2016 - 11:40

Norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, hevur givið boð um at broyta nøgdina av laksi í aliringunum, fyri at norsku alibrúkini kunnu ala meir laks, so prísurin fer at lækka aftur.

Trupulleikar við laksalús í Noreg og sjúku í Chile hevur havt við sær, at sølan av aldum laksi er lækkað fimm prosent.

Nýggja skipanin hevur við sær, at meir fiskur kann ganga í alibrúkunum ta tíðina av árinum, tá laksurin veksur skjótast og umstøðurnar annars eru tær bestu.

Alivinnan fegnast

Alararnir gera sjálvir av um teir taka av tilboðnum. Tí er ikki greitt, hvussu nógv norska alivinnan fer at vaksa. Men útrokningar hava víst, at talan kann gerast um ein vøkstur uppá fimm prosent.

Norska alivinnan fegnast um avgerðina hjá ráðharranum, tí alararnir sjálvir hava mælt til eina slíka skipan. Tað tekur umleið hálvtannað ár at ala ein laks, og tí fer ein tíð at ganga, áðrenn broytingin sæst aftur í vinnuni.

Fyri tveimum árum síðani var eitt líknandi uppskot frammi. Men tá varð ávarað ímóti, at laksalúsin fór at økjast, um meir fiskur var í ringunum, og táverandi fiskimálaráðharrin, Eliasbeth Aspaker, vildi ikki seta skipanina í verk.

Kommunurnar fáa 80 prosent

Núverandi fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, sigur, at alivinnan hevur gjørt stór framstig í arbeiðinum at sleppa av við laksalúsina, og tí kann skipanin setast í verk.

Men verður laksalúsin ein stórur trupulleiki aftur, so verða tiltøkini herd aftur, sigur hann. Alifyritøkurnar, sum fara undir nýggju skipanina, skulu rinda 1,5 milliónir krónur

80 prosent av pengunum skulu til kommunurnar har alivinnan er og restin av pengunum fer í statskassan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610