Ætla sær væl meira í løn

Ætla sær væl meira í løn
Handverkarar ætla sær eina munandi lønarhækkan í heyst, tá samráðast skal um nýggjar sáttmálar
 
11.07.2016 - 08:05

Tað gera Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna greitt, nú feløgini bæði hava sagt upp sáttmálan við Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag.

Sáttmálin hjá flogmekanikarunum, sum eru skipaðir í felagnum Atlantic Workers Union, er somuleiðis uppsagdur. Sáttmálarnir ganga út 1. oktober.

- Vóru vit eftirbátar lønarliga sæð í 2014, so eru vit tað í størri mun nú, tí gongdin í samfelagnum er batnað munandi síðani tá, og hjólini mala við fullari ferð.

- Tí er tað greitt, at vit fara eftir einari reallønarhækking, sum veruliga munar, sigur Suni Simonsen, formðaur í Føroya Handverkarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980