Nú verða fyrstu tonsini seld

Nú verða fyrstu tonsini seld
Klokkan trý verður fyrsti fiskurin seldur á royndaruppboðssøluni, tá 1.200 tons av botnfiski verða seld
 
11.07.2016 - 14:26

Fiskamarknaður Føroya fer seinnapartin at selja 1.200 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum. Treytin fyri at keypa á uppboðssøluni er, at skipið, sum bjóðað verður fyri, hevur veiðiloyvi.

Høgni Hansen, stjóri í Fiskamarknaði Føroya, segði við útvarpið mikudagin, at væntandi verða 25 til 100 tons seld í senn. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetur minstaprísin, og tann prísurin er loyniligur til klokkan trý.

SÍ EISINI Landsstýrismaðurin: Fleiri fáa nú høvið at bjóða

 Ein ávís treyt er løgd á fiskin í Barentshavinum, sum verður seldur á uppboði, segði Høgni Hansen, stjóri í Fiskamarknaði Føroya, við útvarpið í síðstu viku.

Trygd skal veitast Fiskamarknaðinum fyri uppboðssølugjaldinum, sum er 1,5 prosent av tí, sum boðið verður. Tygd skal eisini veitast Vørn fyri keypta fiskin.

Fýra afturlatnar sølur

Hósdagin selur Fiskamarknaðurin 3.500 tons av makreli og 2.000 tons av norðhavssild. Afturlatna uppboðssølan, sum Vørn skipar fyri, byrjar hósdagin.

Vørn skal hava boðini upp á 600 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum á middegi hósdagin. Afturlatna uppboðssølan verður í fýra umførum, 14., 18, 21. og 22. juli.

1.800 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 2.000 tons av makreli verða seld á afturlatni uppboðssøluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096