Listfrøðingur finst at listprýðisætlan

Listfrøðingur finst at listprýðisætlan
Tað er spell, at listin, ið skal prýða nýggja skúladepilin í Marknagili, »bara« er føroysk, og ikki útlendsk, heldur listfrøðingur
List fyri tríggjar milliónir krónur skal prýða Glasir, nýggja skúladepilin í Marknagili. Men tað er ikki tann rætta listin, ið fer at prýða Glasir, heldur listfrøðingur
 
13.07.2016 - 10:45

List fyri tríggjar milliónir krónur skal prýða Glasir, nýggja skúladepilin í Marknagili. Men tað er ikki tann rætta listin, ið fer at prýða Glasir, heldur listfrøðingur sambært dimma.fo

- Ongastaðni í heiminum er tørvurin á altjóða list so stórur sum í Føroyum, men listprýðingin er bara orðað á føroyskum, sigur Kinna Poulsen í grein á listaportal.com

Kinna Poulsen heldur, tað hevði verið upplagt, at listprýðingin eisini varð hugsað altjóða, eins og tann arkitektoniski parturin av skúlanum er hugsaður altjóða.

Grundarlag undir framtíðarætlanum

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nevndina, ið skal taka støðu til, hvørji listafólk sleppa at prýða skúladepilin í Marknagili.

Mentamálaráðið ætlar, at arbeiðið hjá listprýðisnevndini í Glasi skal verða grundarlagið undir framtíðar leiðreglum fyri list í almenna rúminum í Føroyum.

Í nevndini eru Bogi Bech Jensen, rektari, Armgarð Weihe, fulltrúi, Finn Nørkjær, arkitektur, Bárður í Baianstovu, arkitektur, Hansina Iversen, listakvinna, og Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089