- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atfinningar rína ikki við
Atgongumerki til stóru tónleikafestivalarnar, umframt mat og drekka.
Tað er samsýningin, samtakið Eta lokkar við, tá samtakið sóknast eftir sjálvbodnum at arbeiða á tveimum teimum stóru tónleikafestivalunum í summar. Lønin verður altso ikki goldin í krónum og oyrum.
Hetta er sama mannagongd, sum varð brúkt í 2015, tá Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, talaði at. Men atfinningarnar hava eftir øllum at døma ikki rinið við hjá Eta.
Greinin heldur fram niðanfyri
Ein av lýsingunum, ið roynir at lokka fólk at arbeiða á festivalunum
Sama mannagongd verður aftur í ár brúkt tá starvsfólk verða lønt fyri sítt arbeiði á festivalunum. G! festivalurin var í síðstu viku, og Summarfestivalurin verður í august.
Lýsingin hjá Eta sæst framvegis á føroyskum portalum - lýsingin, ið lokkar við atgongumerki sum samsýning. Einki bendir sostatt á, at atfinningar rína við hjá Eta.
Undirgrava arbeiðsmarknaðarskipanir
- Hetta er ikki røtt mannagongd og er við til at undirgrava allar verandi skipanir, segði Pætur Niclasen, formaður í S&K-felagnum í Degi og viku tann 8. juli.
Eta er partur av Gist & Vist-samtakinum, sum er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, vil ikki gera viðmerkingar til, um Arbeiðsgevarafelagið góðtekur framferðina sum hana hjá Eta.
SÍ EISINI Taka ikki ábyrgd fyri lønarviðurskiftum
Marita Rasmussen vísir tó á, at tað er grundleggjandi, at allir sáttmálar verða hildnir. Útvarpið ætlaði mánadagin at spyrja Johannes Jensen, stjóra hjá Eta, hví samtakið ikki lønar sínum starvsfólkum eftir vanligum treytum.
Útvarpið vildi eisini vita, hví samtakið ikki letur við seg koma, tá skattamyndugleikin, TAKS, og fakfelagið hjá krambafólkum, S&K, gera vart við, at mannagongdin ikki er í lagi.
Men Johannes Jensen, stjóri, svaraði ikki útvarpinum mánadagin. Tað eydnaðist tí ikki útvarpinum at fáa eina viðmerking frá stjóranum í Eta.
SÍ EISINI Fleiri ivasom viðurskifti undan kavi
Útvarpið royndi eisini at fáa eina viðmerking frá øðrum í Eta-samtakinum mánadagin, men víst verður til stjóran, Johannes Jensen, sum altso ikki svarar.