Leita eftir fjaldum svari í undirgrundini

Leita eftir fjaldum svari í undirgrundini
Lesandi hjá Umhvørvisstovuni kanna nú jarðhitaholur í Føroyum. Holurnar kunnu geva teimum greiðu á, hvar í Føroyum jarðhiti loysir seg best
Umhvørvisstovan er farin at kanna, hvussu heit føroyska undirgrundin er. Tey 200 jarðhitaholini, sum longu eru borað um landið, lætta um arbeiðið
 
19.07.2016 - 13:18

Hvussu heit er jørðin 200 metrar niðri? Og er hon líka heit í Hvalba sum í Kollafirði? Heita spurningin hava tvey ung lesandi hjá Umhvørvistovuni sett sær fyri at fáa vitan um.

Fyri tíggju árum síðani hevði tað verið eitt størri arbeiði, men ikki í dag. Tí umleið 200 jarðhitahol eru seinastu átta árini borað um landið, og tí ber til at gera tílíkar mátingar.

Tað er munur á, hvussu heit jørðin er um summarið og um veturin. Jarðhiti er hiti frá sólini, sum verður goymdur í jørðini og sum so ikki hiti, ið kemur niðri frá.

Ikki sami hiti í jarðhitaholunum

Hitamunurin í jørðini á sumri og vetri ger, at tað er umráðandi, at mátingarnar verða gjørdar nú um summarið og alla staðni somu tíð á árinum.

Áhugi er fyri kanninginum, sigur Kári Mortensen, leiðari á Orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Eitt nú hava jarðfrøðingar eisini víst kanningunum áhuga.

Tað er ikki líka heitt í øllum jarðhitaholunum í Føroyum, hóast tey øll eru borað umleið 200 metrar niður.

Vóna at fáa eina greiðari mynd

Tá ið kanningarnar eru lidnar, fæst ein betri mynd av, hvussu heitt tað er ymsu støðini í Føroyum og harvið eisini hvar tað loysir seg best at fáa sær jarðhita. Kanningarnar verða gjørdar við at lesa mátaran hjá øllum teimum, sum hava jarðhita.

Lági oljuprísurin seinasta árið hevur givið oljufýrum fyrimun í kappingini við jarðhita og hitapumpur, sum brúka streym.

Landsstýrið ætlar, at minst helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku áðrenn tíggju ár eru liðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262