Nú skal Poul hava aðalstjóra

Nú skal Poul hava aðalstjóra
Umstrídda aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum er nú aftur lýst leyst
Nú roynir Løgmansskrivstovan á øðrum sinni at finna ein aðalstjóra til Poul Michelsen, landsstýrismann. Hann vrakaði John Rajani, sum varð innstillaður at fáa starvið fyrr í ár, tí hann metti, at Rajani var ógegnigur í stórum parti av málsøkinum
 
16.08.2016 - 14:39

Løgmansskrivstovan lýsir nú aftur eftir aðalstjóra til Uttanríkis- og Vinumálaráðið.

Aðalstjórin er næsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri ráðið.

Umsóknin skal vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 5. september 2016 kl. 12.00.

Tað er hevur stórt rumbul í miðfyrisitingini og í landstýrinum um hetta starvið, sum hevur verið lýst leyst áður.

Men 3. juni gjørdi løgmaður av, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum.

10 umsóknir vóru til starvið tá. Tvey fólk vóru innstillað, av teimum var John Rajani innstillaður sum nummar eitt. Men Poul Michelsen, landsstýrismaður, vildi ikki hava John Rajani sum aðalstjóra, millum annað tí, at hann metti hann vera ógegnigan á ali-, tele- og bankaøkinum. Tí gjørdi løgmaður av, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum.

John Rajani kærdi løgmann og landsstýrismannin til løgtingsins umboðsmann fyri handfaringina av málinum. Umboðsmaðurin segði, at hon hevur ikki heimild at leggja upp í innihaldsligu viðgerðina, tá ein myndugleiki ikki er liðugur at viðgera málið, sum kært er um.
Men John Rajani tók ikki starvsumsókn sína aftur, og hann boðaði tá frá, at hansara umsókn til starvið sum aðalstjóri verður standandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462