TF Holding gott úrslit

TF Holding gott úrslit
TF Holding hevði góðar 80 milliónir krónur í avlopi, eftir skatt fyrra hálvár. Úrslitið var betri enn væntað, sigur leiðslan
 
26.08.2016 - 17:34

Eik Banki hevði 36,5 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, og tað verður sagt at vera nøktandi. Innlánini vaksa støðugt, og útlánini viksu eitt vet, fyrra hálvár.

Skaðatryggingarvirksemið hevði eitt avlop uppá 14,4 milliónir krónur. Tað gav hall í fjør. Orsøkin er, at stóra virksemið í landinum økir um tryggingarinntøkurnar, samstundis sum nógv færri stórir skaðar hava verið.

Betri Pensjón er við at fóta sær, og inngjøldini øktust við góðum fýra milliónum krónur, so úrslitið gjørdist eitt avlop uppá 1,4 milliónir krónur.

Eginpeningurin nú 2,7 milliardir

Annað virksemið hjá TF Holding gav eitt avlop uppá 40,9 milliónir krónur, og tað stavar í høvuðsheitum av avlopi av íløguvirksemi.

Raksturin av øllum dótturfeløgunum í TF Holding gav avlop fyrra hálvár, og tað eru vit nøgd við, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri.

Felagið roknar við, at úrslitið fyri árið fer at liggja millum 85 og 140 milliónir krónur. TF Holding er sterkt felag, eginpeningurin er 2,7 milliardur krónur, og solvensurin er næstan 39 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107