Flokkur: Lýsingar hjá flogfeløgum bannast

Flokkur: Lýsingar hjá flogfeløgum bannast
Flogvinnan skal ikki longur sleppa at lýsa við litríkum lýsingum til sól og summar, heldur ein politiskur flokkur í Noregi
Flogfør dálka so illa, at tað ikki longur skal verða loyvt hjá flogfeløgum at lýsa, heldur ein flokkur í Noregi. Vinnan havnar uppskotinum
 
28.08.2016 - 15:21

Tað heldur Grøni umhvørvisflokkurin í Noregi, ið vil banna øllum lýsingum frá flogfeløgum, so ferðandi ikki flúgva meira enn hægst neyðugt, skrivar Aftenposten.

- Flogfør dálka umhvørvið so illa, at forboð eigur at setast fyri at lýsa við ferðum, ið eggja fólki at flúgva til sól og summar, heldur flokkurin.

Uppskotið fær kalda móttøku

Grøni umhvørvisflokkurin legði hósdagin fram nýggja floksskrá. Flokkurin skjýtur upp, at flúgving, sum dálkar umhvørvið, eigur at minkast sum mest. Tí skal ikki longur verða loyvt hjá flogfeløgum at eggja fólki at flúgva.

Uppskotið fær, ikki óvæntað, kalda móttøku í flogvinnuni í Noregi. Uppskotið er illa umhugsað og kann ikki takast í álvara, sigur ein talsmaður hjá SAS. Uppskotið fær somu móttøkuna hjá flogfelagnum Norwegian.

Flogfeløgini eiga heldur at lýsa við umhvørvisvinarligum átøkum enn at eggja fólki at flúgva so nógv, sigur flokkurin í floksskránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204