Vøksturin heldur fram

Vøksturin heldur fram
Føroyingar keypa alsamt fleiri nýggjar bilar, vísa nýggjastu tølini. Í august vórðu útivið seks bilar innfluttir um dagin
Vøksturin í bilasøluni í Føroyum heldur fram. Higartil í ár eru 1453 persónbilar innfluttir, 17,3 prosent meira enn sama tíðarskeið í 2015
 
01.09.2016 - 17:33

Innflutningurin av persónbilum er øktur við 17,3 prosentum frá januar til august í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa tøl hjá Akstovuni.

Higartil í ár eru innfluttir 1453 nýggir bilar, tað eru 214 fleiri enn sama tíðarskeið í 2015. Tá vórðu 1239 persónbilar innfluttir, vísa nýggjastu hagtølini.

Í august mánað í ár vórðu 179 persónbilar innfluttir í Føroyum, í august í fjør var talið 119. Tann vøksturin var sostatt 50,4 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558