Broyttar treytir fyri almennum keypsportali

Broyttar treytir fyri almennum keypsportali
Fíggjarmálaráðið hevur hert krøvini, tá landið skal keypa tænastur ella vørur. Markið er lækkað 300.000 krónur
 
06.09.2016 - 08:04

Kommunurnar kunnu nú eisini brúka Keypsportalin hjá landinum. Harafturat skal prísurin nú hava størri týdning, tá tað almenna skal keypa tænastur ella vørur.

Prísurin skal vekta í minsta lagi helvtina. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur dagført rundskrivið um Keypsportalin.

Kærur um prísin

Higartil hevur ikki staðið í rundskrivinum, hvussu nógv prísurin skal vekta. Men tað var altíð ætlanin, at prísurin skuldi vekta nógv fyri at røkka endamálinum við Keypsportalinum, sigur Kristina Háfoss.

Kærur eru um prísin, tí hann hevur verið heilt niðri í 20 prosentum. Tá prísurin vektar so lítið, er lítið endamál við útbjóðingini. Nú er kravið, at prísurin skal vekta í minsta lagi 50 prosent.

Eingi einstøk viðurskifti í útbjóðingini kunnu vekta minni enn fimm prosent. Markið fyri, hvat skal bjóðast út, er samstundis lækkað.

Kommunur kunnu nú eisini brúka portalin

Fyrr var kravið, at landið skuldi biðja um tilboð frá í minsta lagi tveimum veitarum, tá keypast skuldi fyri í minsta lagi 50.000 krónur og í mesta lagi 800.000 krónur.

Skuldi keypast fyri meira enn 800.000 krónur, skuldi bjóðast út alment á Keypsportalinum. Nú er hetta markið vorðið 500.000 krónur í staðin fyri 800.000 krónur.

Ætlar landið at keypa tænastu ella vøru, sum kostar meira enn 500.000 krónur, skal bjóðast út alment. Nú sleppa kommunur og almennar byggiverkætlanir eisini at brúka Keypsportalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097