Seks boð upp á svartkjaftin

Seks boð upp á svartkjaftin
Vørn seldi í dag 5.000 tons av svartkjaftari á afturlatnari uppboðssølu fyri 500.000 krónur
Seks boð komu, og tey lógu úr 10 oyrum upp í 13 oyru kilo, tá 5.000 tons av svartkjafti vórðu seld á uppboðssølu í dag
 
15.09.2016 - 15:39

Minstiprísurin, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetti, var 10 oyru kilo, og tey 5.000 tonsini vórðu eisini seld fyri 10 oyru kilo.

Seks boð komu, og tey lógu úr 10 oyrum upp í 13 oyru kilo. Varðin keypti 1.000 tons til Trónd í Gøtu og 480 tons til Jupiter.

SÍ EISINI Reiðarar skoyta ikki um svartkjaft

Næraberg keypti 1.000 tons til Norðing, Christian í Grótinum keypti 1200 tons til Christian í Grótinum, og Framherji keypti 320 tons til Fagraberg.

Fyrsta, opna uppboðssølan herfyri gav einki boð. Tey 5.000 tonsini, sum ikki vórðu seld, ætlar Fiskamarknaðurin at selja í næstu viku.

Fiskimálaráðið hevur gjørt av, at til samans 20.000 tons av svartkjafti skulu seljast á royndaruppboðssølu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107