Tingið viðger fíggjarlógaruppskotið fyri 2017

Tingið viðger fíggjarlógaruppskotið fyri 2017
Løgtingið fer í dag at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. Landsstýrið væntar 112 milliónir krónur í avlopi næsta ár
Løgtingið fer í dag at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2017, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram fríggjadagin
 
05.10.2016 - 08:22

Men íløgurnar verða minni enn ætlað, tí so nógv er at gera hjá byggivinnuni nú. Bæði SEV og Bústaðir hava eisini útsett sínar íløgur. Sambært landsstýrinum veksur raksturin hjá landinum 1,8 prosent næsta ár.

Rakstrarútreiðslurnar vaksa tí minni enn búskaparvøksturin og inntøkuvøksturin landskassans. Hetta styrkir fíggjarliga haldførið hjá landinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

SÍ EISINI Tíðindafundur: Fíggjarlógaruppskotið lagt fram

Men andstøðan sigur, at raksturin veksur fýra prosent og ikki knappliga tvey prosent. Og yvirskotið átti at verið størri, nú tað gongur so væl. Inntøkurnar í 2017 vera fýra milliardir og 838 milliónir krónur og útreiðslurnar 112,3 milliónir krónur minni.

Íløgur verða gjørdar fyri 257 milliónir krónur, sum eru 17 prosent minni enn í ár. Tað hevði verið ynskiligt, at avlopið á fíggjarlógaruppskotinum var størri enn tær 112 milliónir krónurnar, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

Fíggjarlógin kemur til fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag, sum byrjar klokkan hálvgum tvey. Sambært skránni hjá tinginum heldur viðgerðin fram í morgin og fríggjadagin, og síðani fer uppskotið í Fíggjarnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541