Góðar slóðir at elta

Góðar slóðir at elta
Umfatandi herverk varð gjørt í svimjihøllini, tá brotið varð inn í høllina í nátt. Løgreglan stendur tó ikki á berum eftir innbrotið
 
06.10.2016 - 12:23

Løgreglan hevur góðar slóðir at elta í málinum um innbrot og herverk í svimjihylinum í Havn. Fleiri rútar eru brotnir, og óbodni gesturin hevur stolið vekslipengarnar, sum lógu í pengakassanum.

Talan er om sera lítla upphædd, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini. Løgreglan er liðug við kanningarnar, og hevur tryggjað slóðir frá blóði, fingramerkjum og fótasporum.

SÍ EISINI Innbrot í svimjihøllini

Tað var klokkan hálvgum seks í morgun, at løgreglan fekk fráboðan um, at innbrot hevði verið í svimjihøllina í Gundadali. Tilfarið hjá slóðunum verður nú sent til Danmarkar til kanningar.

Hildur Hentze sigur, at tað kunnu ganga vikur, áðrenn úrslitið av kanninginum er greitt. Tíðliga í summar var røð av innbrotum í Havnini.

Tá varð eisini umfatandi innbrot í svimjihøllina og í ÍSF-húsið, sum liggur yvir av svimjihøllini, og í felagshúsinum hjá gulu skótunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423