Varðveita rættin til vatnið

Varðveita rættin til vatnið
Ongin fær einkarættin til gagnnýtslu av vatntilfeinginum í føroysku náttúruni, men SEV fær loyvi til tey økið, sum SEV hevur í dag
 
10.10.2016 - 15:10

Tað kemur fram í svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Hilbert Elisson, tingmann fyri Javnaðarflokkin. Ætlanin er, at ongin fær einkarrætt til gagnnýtslu av vatntilfeinginum, sigur landsstýriskvinnan í svarinum.

Ætlanin er, at heldur enn at lata eitt samlað loyvi sum higartil, so verður loyvi til gagnnýtslu av vatntilfeinginum til elframleiðslu latið til hvørt framleiðsluverk sær.

Sum er, eru seks vatnorkuverk í Føroyum, og verða tað tí ætlandi seks loyvi latin SEV, verður sagt í svarinum hjá landsstyriskvinnuni.

Loyvini skulu ætlandi fevna um tey tilrenningarøki, SEV í dag fær vatn frá. Uppskot til loyvi er gjørt og sent SEV til hoyringar, sigur landsstýriskvinnan í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155