- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um siglingarlógin varð brotin
Fríggjadagin hevði Jósup 84 ferðafólk úr Havn til Nólsoyar, men báturin er bara góðkendur til 70 ferðafólk um veturin. Tað vil siga, at Jósup hendan dagin hevði 14 ferðafólk ov nógv við.
Nikolaj Falck var eitt av teimum 84 ferðafólkunum á túrinum fríggjadagin, og hann kendi seg ikki tryggan. Tí taldi hann øll ferðafólkini við Jósupi hendan dagin, til samans 83-84 fólk.
SÍ EISINI Ferðandi: Fólk kendu seg ótrygg
Av tí at Ternan, sum vanliga siglir á leiðini, er á beding, hevði Strandfaraskip landsins ein leigubát, Jósup, inni ístaðin fyri Ternuna.
Jósup hevði til 1. oktober loyvi at hava 88 ferðafólk umborð á leiðini. Men frá 1. oktober til 31. oktober hevur báturin bara loyvi at hava 70 ferðafólk umborð.
Leigubáturin, sum sigldi, hevði tó bjargingarútgerð til øll 84 ferðafólkini, sum vóru við fríggjadagin, verður sagt á Strandfaraskipum landsins.
SÍ EISINI SSL: Eigur ikki at koma fyri
- Hendingin var ein misskiling. Mannagongdirnar eru broyttar so tað ikki endurtekur seg, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, við útvarpið
Men tað kann fáa avleiðingar fyri Strandfaraskip landsins og eisiniu fyri leigubátin Jósup, at hendan misskiling hendi fríggjadagin.
Óvist hvørjar avleiðingar málið fær
Sjóvinnustýrið, ið hevur ábyrgdina fyri føroyska regluverkinum, fer nú at kanna málið, sigur Hans Johannes á Brúgv, forstjóri í Sjóvinnustýrinum, við útvarpið.
- Um Jósup hevði ov nógv fólk umborð, er hetta brot á siglingarlógina. Sostatt verður málið lagt fyri fútan, segði forstjórin við útvarpið týskvøldið.
Hans Johannes á Brúgv dugir tó ikki at siga, hvørjar ítøkiligar avleiðingar málið fær, um tað verður staðfest at siglingarlógin varð brotin fríggjadagin.