Niðurstøða: Arbeiðstrygdin var ikki í lagi

Niðurstøða: Arbeiðstrygdin var ikki í lagi
KJ Hydraulik hevur góðtikið eitt sektaruppskot um 30.000 krónur fyri arbeiðsvanlukkuna á Skála tann 31. mai í ár
 
14.11.2016 - 15:54

Sambært Arbeiðseftirlitinum gjørdi eitt tipt rør í einum trýsttanga, at ein 41 ára gamal arbeiðsmaður hjá KJ Hydraulikki doyði.

Maðurin var sjálvur annar í ferð við at sandblása tangarnar í einum nótaskipi. Vanlukkan hendi, tá 41 ára gamli maðurin skuldi loysa lokið av trýsttanganum, tí sandur skuldi í tangan.

Men trýstið var ikki farið av tanganum, sum tað átti. Maðurin fekk tí lokið og lítlu sleggjuna, mokaran, sum hann brúkti til at loysa lokið, í høvdið.

Arbeiðið ikki skipað nóg væl

Arbeiðseftirlitið ivast ikki í, at vanlukkan hendi, tí avblásingarørið á trýsttanganum var tipt av sandi. Tí fór alt trýstið ikki av tanganum.

Niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at mannagongdin, sum varð brúkt til at loysa lokið, var ótrygg, tryggjað var ikki, at tangin var trýstleysur og lagt var ikki upp fyri, at avblásingarventilurin kundi tippast.

Tí var arbeiðið ikki skipað á fulltryggan hátt. Og tí fær arbeiðsgevarin, KJ Hydraulik, 30.000 krónur í bót.

SÍ EISINI Maður deyður í arbeiðsvanlukku

Trýsttangin er síðani broyttur. Nú er ógjørligt at loysa lokið, uttan at tangin er trýstleysur, skrivar Arbeiðseftirlitið í frágreiðing sínari.

KJ Hydraulik hevur ikki viðmerkingar um niðurstøðuna hjá Arbeiðseftirlitinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011