Loysir seg ikki altíð

Loysir seg ikki altíð
Tað er ein fyrimunur fyri útbjóðarar, at arbeiði verða boðin út. Í summum førum eru útbjóðingar tó meira møði enn føði heldur Ráðgevarafelagið
Almennar útbjóðingar verða ikki nóg væl frágingnar, millum annað tí at treytirnar hava verið ógreiðar, sigur Ráðgeverafelagið
 
17.11.2016 - 14:34

Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum, sigur blaðið Føroysk ráðgeving, at tað er dýrt og tíðarkrevjandi at gera tilboðini.

Ráðgevarafelagið heldur, at almennar útbjóðingar verða ikki nóg væl frágingnar, millum annað tí at treytirnar hava verið ógreiðar.

Felagið hevur eisini gjørt vart við, at útboð verða tikin aftur, tá fyritøkurnar, sum hava vunnið útbjóðingina, hava fingið arbeiðið.

Endurgjaldið er avmarkað

- Í summum førum hava fyritøkur latið tilboð, sum kostaðu eina millión krónur at gera, men tær fingu bara 200.000 krónur endurgoldnar, sigur Selmar Nielsen við blaðið.

Hetta skaðar lønsemið, og er als ikki góður útbjóðingarsiður, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum. Í Danmark er loftið fyri, nær arbeiði skulu bjóðast út, 500.000 krónur.

Men danska ráðgevaravinnan strembar eftir, at loftið verður hækkað upp í 1,2 milliónir krónur. Vinnan ásannar, at kostnaðarmikil tilboðsgeving kann skaða lønsemið hjá fyritøkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360