Kostnaðurin skjótt greiður

Kostnaðurin skjótt greiður
Tilboðini upp á havrannsóknarskipið, landið skal byggja, skulu vera inni 13. desember í ár. Skipið má ikki kosta meira enn 215 milliónir krónur
Avloysarakipið hjá Magnus Heinasyni skal verða liðugt í 2019. Tilboðini upp á nýggja skipið skulu vera inni 13. desember
 
21.11.2016 - 07:55

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Nýtt havrannsóknarskip fyri gamla Magnus Heinason hevur verið leingi á veg. 

Ætlanirnar um at stovna alment partafelag at byggja havrannsóknarskip, ella langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum veitara eru sleptar.

Liðugt í 2019

Løgtingið hevur samtykt, at landið byggir skipið við íløgujáttan í fíggjarlógini. Skipið má ikki kosta meira enn 215 milliónir krónur, og tað skal verða liðugt í 2019.

Fíggjarnevndin undrast á, at Havstovan í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 fær somu játtan til Magnus Heinason sum í ár.

Høgni Hoydal svarar, at Havstovan heldur, at játtanin er í lagi. Men skipið er gamalt, og tí kann gerast neyðugt við nógvum pengum til viðlíkahald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815