Lógin lýst

Lógin lýst
Lógin um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð er nú lýst, og kemur í gildi 1. januar 2017
Lógin um Landsbankan er nú lýst og kemur í gildi á nýggjárinum
 
30.11.2016 - 08:08

Tó komu lógargreinarnar um bygnaðin hjá Landsbankanum, um nevnd bankans, í gildi 1. oktober í ár.

Tað verður tó kortini bara parturin í lógini um Landsbankan, sum kemur í gildi á nýggjárinum.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum avger við einari kunngerð, nær lógarparturin um Váðaráðið kemur í gildi.

SÍ EISINI Danir góðtaka ikki føroyskt váðaráð

Tann kunngerðin skal verða lýst í seinasta lagi 1. juli næsta ár. Á nýggjárinum fer lógin um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting úr gildi. 

Tann lógin kom í 2012, tá Landsbankin læt aftur. Sambært uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2017 fer Landsbankin at kosta 8,9 milliónir krónur.

3,9 milliónir, sum vórðu fluttar Gjaldstovuni, tá Landsbankin gavst, verða fluttar honum aftur. Tað sama verða 1,8 milliónir, Hagstovan fekk fyri at gera ein part av tí, sum Landsbankin gjørdi. 

SÍ EISINI Endaliga samtykt: 15 fyri, 14 ímóti

Men tað, sum Fróðskaparsetrið fekk fyri at vera skrivstova hjá Búskaparráðnum, verður verandi har. 

Tí verða 2,2 milliónir krónur latnar í nýggjari játtan. Og væntað er, at Landsbankan fær eina millión í inntøku frá øðrum pørtum.  

Virksemið, sum Landsbankin ger fyri landið, so sum at umsita gjaldføri og skuld, gera hagtøl um fíggjargeiran og hava eftirlit við fíggjarligum váðum, verður fíggjað við upp til fýra promillu av minsta gjaldførinum hjá landskassanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472