- Tíðindi, mentan og ítróttur
1870 riggar ikki

Læknaviðtalan 1870 á Landssjúkrahúsinum virkar als ikki.

Tað er niðurstøðan hjá Jóhannes Petersen í Syðrugøtu, sum sunnukvøldið 6. november hevði tørv á at fáa eina sproytu fyri stívkrampa, eftir at hann var bitin av einum hundi.

Hann starvast hjá Eysturkommunu, og tað kvøldið bað løgreglan hann fara eftir einum hundi, sum var meldaður fleiri ferðir. Tað var tá hann tók hundin, at hann varð bitin.

Jóhannes Petersen ringdi tí "1870", sum er læknaviðtalan á Landssjúkrahúsinum, og " 112", sum er løgreglan. Hann fekk tó ikki samband við nakran á "1870".

Jóhannes Petersen koyrdi til Klaksvíkar sjúkrahús, har hann fekk eina sproytu.

Tá hann hevði fingið sproytuna, ringdi løgreglumaðurin aftur, og hann hevði tá enn ikki fingið samband við "1870".

Hetta var 43 minuttir aftaná,at Jóhannes Petersen hevði ringt "1870" fyrstu ferð.

- Tað líkist svartasta ongum, sigur Jóhannes Petersen.