Skattamálið verður jólatrøll

Skattamálið verður jólatrøll
Tað verður neyvan í hesum árinum, at TAKS fer at taka eina endaliga niðurstøðu í skattamálinum hjá Eik.
 
03.12.2016 - 13:32

15. septtember sendi TAKS Eik eina nýggja niðurstøðu til hoyringar.

Eik fekk longda freist til1. desember at svara upp á hesa niðurstøðu. Og tað hevur Eik nú gjørt. 

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, váttar fyri Kringvarpinum, at Eik hevur sent TAKS viðmerkingar til nýggju niðurstøðuna.

Men tað verður neyvan í hesum árinum, at TAKS fer at taka endaliga støðu í málinum.

TAKS játtaði á sumri 2015 Eik umleið 90 milliónir krónur í skattafrádrátti. TAKS fór tó at viðera málið av nýggjum, tá Fíggjarligt Støðufesti 29. januar 2016 boðaði TAKS frá, at avgerðin var tikin á skeivum grundarlagi.

Eftir eina drúgva viðgerð er TAKS komið til eina nýggja niðurstøðu, sum Eik nú eisini hevur svarað.

Nú fer TAKS at taka samanum svarskrivið frá Eik, áðrenn endaliga niðurstøða verður tikin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592