- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hesir sjey stuttfilmarnir eru við til Geytan 2016
Árliga filmskvøldið, Geytin, er aftur á skránni tann 11. desember í Norðurlandahúsinum. Síðsta ár vóru tíggju filmar við í uppskotinum um virðislønirnar, og tá var tað filmurin "Stina Karina" hjá Andriasi Høgenni, ið dómsnevndin hevði valt at lata Geytan fyri. Áskoðarunum dámdu best filmin "Tunnan", sum Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge gjørdu, og harvið vunnu áskoðaravirðislønina.
Les eisini: Egið initiativ hevur stóran týdning
Í ár skulu nýggir vinnarar av ávikavist Geytanum og áskoðaravirðislønini aftur finnast, og í kappingini eru sjey filmar.
Óttafet, Nóllywood
Nattens Stjerner, Atli Brix Kamban
Frávik, Maria G. Tórgarð
Bittersweet, Rói Davidsen
Marra, Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinn Jákupsson
Ramblers, Hanus Johannesen
Et knæk, Andrias Høgenni
Í alt eru hesir sjey filmarnir 71 minuttir og 10 sekund til longdar.
Les eisini: - Tey bóðu meg lata vera
Hetta er fimta árið á rað, at Norðurlandahúsið skipar fyri filmskvøldi. Undirtøkan hevur verið góð, og tað ber boð um, at filmsmentanin í Føroyum er í stórari menning.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |