Linari peningakrøv til stovning

Linari peningakrøv til stovning
Løgtingið fer at samtykkja, at tað skal bera til at stovna íverksetarafelag við einari krónu, og smápartafeløg við minni peningi enn nú
Skjótt fer at bera til at stovna smápartafelag við 50.000 krónum, og ikki sum nú við 80.000 krónum
 
07.12.2016 - 09:22

Fríggjadagin fer Løgtingið at samtykkja, at til ber at stovna íverksetafelag við bara einari krónu í eginkapitali. Hetta er feløg við avmarkaðari ábyrgd.

Og tað fer eisini at bera til at stovna smápartafelag við at leggja 50.000 krónur á borðið. Nú er kravið 80.000 krónur.

Ein samd Fíggjarnevnd tekur undir við broytingunum í skattalógini, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, mælir til at gera.

Lækkingin úr 80.000 krónum niður í 50.000 krónur verður gjørd, so samsvar er millum kapitalkrøvini í skattalógini og vinnufelagslógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360