Danska stjórnin missir meirilutan

Danska stjórnin missir meirilutan
Danska stjórnin hevði mist meirilutan um val var til fólkatingið nú, vísir ein meiningakanning sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende.
Nýggj kanning sigur, at danska stjórnin missir meirilutan
Mynd: savnsmynd  
 
10.12.2016 - 12:00

Eftir kanningini hevði reyði vongurin fingið 93 umboð í fólkatingið og blái vongurin 82 umboð.

Tað er serliga danski javnaðarflokkurin sum hevur framgongd. Flokkurin hevði fingið sløk 29 prosent av atkvøðunum, ein framgongd uppá næstan trý prosentstig síðani fólkatingsvalið fyri hálvumøðrum árum síðani. Og danski javnaðarflokkurin fær atkvøðurnar frá Danska Fólkaflokkinum sum hevði havt somu afturgonghd, sum javnaðarflokkurin hevur í framgongd. Orsøkin verður hildin at vera, at javnaðarflokkurin nú sigur seg vera fyri at herða útlendingapolitikkin. 

Kanningin varð gjørd frá øðrum til áttanda desember og næstan 1500 fólk vórðu spurd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531