Yvirtaka familjurætt

Yvirtaka familjurætt
Avtala um at yvirtaka familjurættarliga økið verður undirskrivað mánadagin. Tað sigur Heilsu og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.
 
18.12.2016 - 14:06

Mai Mercado, danskur ráðharri í barna og almannamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fara at undirskriva avtaluna í morgin klokka 11 á tíðindafundi í Heilsu- og innlendismálaráðnum. 

Sambært avtaluni verður familjurættarliga økið yvirtikið á ólavsøku 2018. Í hesum sambandi verður uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu.   

Eisini verður samstarvsavtala undirskrivað, ið hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum Føroyar og Danmark á persóns-, húsfólka- og arvarættarliga økinum.

Familjurættarliga økið fevnir um hjúnabandslógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru, arvalógina, verjumálslógina og fleiri afturat hesum, skrivar Heilsu og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491