Steðga samstarvi um bonusskipan

Steðga samstarvi um bonusskipan
SAS hevur sagt upp EuroBonus-samstarvið við Atlantic Airways. Samstarvið steðgar tá SAS byrjar føroyaflúgving í mars
SAS hevur sagt upp EuroBonus-samstarvið við Atlantic Airways, boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi
 
28.12.2016 - 08:46

Frá 26. mars næsta ár fáast ikki longur stig í EuroBonus skipanini, tá flogið verður við Atlantic Airways. Og ferðaseðlar kunnu ikki keypast frá føroyska flogfelagnum við EuroBonus-stigum.

SAS hevur sagt upp EuroBonus-samstarvið við Atlantic Airways, boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi. Samstarvið byrjaði í 2000.

SÍ EISINI SAS byrjar føroyaflúgving

Samstarvið steðgar 26. mars, sama dagin sum SAS fer at flúgva til Føroya. Tí er seinasti dagur, sum til ber at brúka EuroBonus-stig við Atlantic Airways, tann 25. mars næsta ár.

Atlantic Airways ætlar at stovna sína egnu skipan aftur. Í februar í fjør kunngjørdi Atlantis Airways annars, at felagið styrkti samstarvið við EuroBonus og samstundis varð Súluskipanin hjá Atlantic Airways strikað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129