Metnógvar skaðafráboðanir í 2016

Metnógvar skaðafráboðanir í 2016
Løgreglan hevur fingið óvanliga nógvar fráboðanir um skaðar frá fólki í ár. Bara á jólum vóru til samans 590 fráboðanir
Løgreglan hevur fingið óvanliga nógvar skaðafráboðanir í 2016 í mun til onnur ár sigur løgreglan
 
30.12.2016 - 15:30

- Tað hevur verið óvanliga nógv í ár. Tað var bara 22. desember, vit ikki hava fingið nakra skaðafráboðan síðstu dagarnar, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.

Sí grafikkirnar í greinini

Telefonirnar á alarmsentralinum hava ikki verið kvirrar í ár - tvørturímóti. Í øllum førum ikki tá talan hevur verið um skaðafráboðanir frá fólki, nú árið er liðugt.

Løgreglan hevur í ár fingið til samans 835 skaðafráboðanir. Tað er væl meira enn tey síðstu árini, sigur Jón Klein Olsen, sum hevur kagað í hagtøl aftur til 2008.

Greinin heldur fram niðanfyri

Síðstu tvær vikurnar hevur tað so at siga verið gerandiskostur, at løgreglan hevur fingið fráboðanir frá fólki, sum hava ringt og boðað frá skaðum í ringa veðrinum.

Tað sæst eisini aftur í hagtølunum hjá løgregluni fyri 2016. Av teimum 835 skaðafráboðanunum, løgreglan hevur fingið í ár, er meginparturin fráboðaður í desember.

Greinin heldur fram niðanfyri

Nógv tann størsti parturin av fráboðanunum í 2016 komu inn í desember. 87,3 prosent av øllum fráboðanum í ár komu í desember, sum tað sæst í grafikkinum omanfyri.

Tá hugt verður nærri at desember mánað sæst eisini, at tað serliga vóru tríggjar dagar um jólini, at løgreglan í Føroyum fekk nógvar skaðafráboðanir frá fólki um landið.

Greinin heldur fram niðanfyri

Bara teir tríggjar jóladagarnar - tollaksmessudag, jólaaftan og jóladag - fekk løgreglan í Føroyum til samans 590 fráboðanir, sum tað sæst í grafikkinum oman fyri her.

Tað er ikki bara hjá løgregluni, at telefonirnar hava gingið heitar í kjalarvørrinum á jólaódnini og ringa veðrinum um høgtíðina. Tað hava telefonirnar eisini gjørt hjá tryggingarfeløgunum.

Týsdagin, tá tey bæði tryggingarfeløgini høvdu svarað telefonunum allan dagin, høvdu Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar skrásett umleið 1350 skaðar tilsamans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210