Lurtaðu ikki eftir umsitingini

Lurtaðu ikki eftir umsitingini
Eitt tað seinasta, fráfarna býráðið í Havn gjørdi, var, at játta stuðul til KFUM hóast umsitingin í kommununi mælti frá
Hóast umsitingin mælti frá, varð tað seinasta, sum fráfarna býráð í Tórshavnar kommunu gjørdi at játta pening til eina skótasmáttu
 
02.01.2017 - 12:09

Hóast umsitingin mælti frá, varð tað seinasta, sum fráfarna býráð í Tórshavnar kommunu gjørdi at játta 100.000 krónur til smáttuna hjá skótaliðinum hjá KFUM í Havnardali.

KFUM søkti kommununa um triðingin av byggikostnaðinum, triðingin av einari millión og góðum 230.000 krónum. Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hjá kommununi mæltu frá at játta stuðulin.

Sambært leiðreglunum um slíkan stuðul til íløgur skal søkjast um stuðulin, áðrenn arbeiðið byrjar. Smáttan í Havnardali er um at vera liðug. 

Hóast umsitingin mælti frá, so mæltu bæði Mentamálanevndin og Fíggjarnevndin hjá býráðnum til at játta KFUM 100.000 krónur. Tað samtykti býráðið einmælt á eykabýráðsfundinum fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522