Glasir seinkaður meir

bannari
Glasir seinkaður meir
Jóladagin skrædnaði takið av Glasi, og tí verður bygningurin upp aftur meiri seinkaður
Enn ein seinking. Hesu ferð eigur ódnin Urd skyldina.
 
14.01.2017 - 10:00

Glasir verður nú seinkaður nakað afturat. Í ódnini jóladag skrædnaði fyribils takið, sum varð lagt á Glasi í heyst fyri at halda bygningin turran innan.

Landsverk sigur, at hóast talan er um tryggingarskaða, ger hann, at partur av innanduraarbeiðinum verður darvaður, tí væta nú sleppur inn í bygningin. 

Tað ber tó til at umskipa nakað av arbeiðinum soleiðis, at hetta sum heild ikki fær stórvegis avleiðingar fyri verkætlanina, sigur Landsverk.

Glasið á Glasi fekk ikki skaða í nógvu ódnunum.

Nógvir skaðar

Bussskýli, veðurstøðir og vegskelti fingu skaða, og tann størri kupilin á Sornfelli, sum hýsir radaranum hjá Naviair, hoknaði undan nógva vindinum, og radarin fekk skaða.

Hetta er radarin, sum verður brúktur til flogferðsluni.  

Ein 35 metra høg gittarmastur, sum stendur millum báðar kuplarnar og hýsir fleiri antennum, er eisini skadd og má skiftast út.

Í løtuni verður arbeitt við at tryggja mastrina til nýggj mastur verður sett upp í mai.


Veðurstøðin á Norðradalsskarði máldi slakar 79 metrar um sekundið. annan jólamorgin klokkan 06.08. Hetta er mesti vindur, sum varð máldur á jólum í fjør.  
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595