- Tíðindi, mentan og ítróttur
Illgruni um sjúkuelvandi ILA hjá Bakkafrosti
Illgruni um sjúkuelvandi ILA hjá Bakkafrosti
Royndir, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið á aliøkinum Q-73 Hvannasund Norður fyrr í mánaðinum, hava ført til illgrunan.
21.01.2017 - 10:20
Aliøkið hevur verið undir herdum eftirliti síðani juli í fjør, tá ið aliøkið kom undir illgruna at vera fongt við sjúkuelvandi ILA virus.
Illgrunin er um tveir ringar - annar er tann sami, sum var undir illgruna á sumri í fjør.
Bakkafrost hevur vundið um heilan fingur og hevur tikið allan fiskin í øðrum ringinum, umleið 100.000 fiskar, og fer undir at taka hin ringin, umleið 90.000 fiskar, beinanvegin.
Ein millión fiskar vera eftir á aliøkinum í Hvannasundi, eftir at báðir ringarnir eru tiknir.
Aliøkið er framhaldandi undir herdum eftirliti, og kunnað verður nærri, tá ið endaligu úrslitini av royndunum eru tøk, skrivar Bakkafrost at enda.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV