Verða avhoyrdir aftur seinni í dag

Verða avhoyrdir aftur seinni í dag
Menninir, sum eru skuldsettir fyri at hava myrt Birnu Brjánsdóttir eru enn ikki kunnaðir um, at líkið er funnið.
Líkið av Birnu Brjánsdóttir var funnin nær Selvogsvita 50 km sunnan fyri Reykjavík
 
23.01.2017 - 14:15

Ein tyrla fann myrdu gentuna um middagsleitið í gjár.

Blóðroyndir hava staðfest, at gentan var í bilinum, sum annar av skuldsettu hevði leigað.

Skiftu klæðir

Íslendskir miðlar halda, at nógv blóð var í bilinum, men tað vil løgreglan ikki vátta. Umframt at leita eftir líkinum, leitaðu lið eisini eftir mannfólkaklæðum um vikuskifti. Keldur hjá Vísir siga løgregluna halda, at menninir skiftu klæðir og kanska beindu tey burtur leygarmorgunin.

Bilurin illa farin

Enn veit løgreglan ikki, hvar reyði leigubilurin var tíðliga leygarmorgunin, men menninir koyrdu tilsamans 300 kilometrar í bilinum. Løgreglan sigur við Vísir, at bilurin hevur stoytir á gronini og undir botninum. Hetta bendir á, at bilurin hevur koyrt á ósløttum lendi.

Kanna streymviðurskifti

Grímur Grímssson, kanningarleiðari, sigur seg hava ábendingar um, at líkið ikki varð tveitt á sjógv sama stað, sum tað kom afturíaftur. 

Serkøn fólk kanna nú rákið og streymviðurskiftini um alt Reykjanes fyri at fáa ein greiðari mynd av, hvar líkið kann vera tveitt á sjógv.

Føroyingarnir halda frí

Polar Nanoq, trolarin, sum skuldsettu menninir sigldu við, hevur ligið í Íslandi síðan mikudagin, tá hann var kallaður aftur í havn. Eftir ætlan fer skipið aftur til fiskiskap fyrsta dagin. 9 føroyingar vóru við skipinum. Teir hava tó tikið ein frítúr orsaka av rokinum, sum stóðst av drápsmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860