Kvotan skjótt uppi

Kvotan skjótt uppi
Toskakvotan á Flemish Cap er um at vera fiskað. Tá dagurin í gjár byrjaði, vóru 176 tons eftir av felagskvotuni, sum er 3.114 tons í ár
Toskakvotan hjá teimum seks línuskipunum, ið hava fiskað á Flemish Cap í ár, er um at vera fiskað
 
09.02.2017 - 08:53

Seks línuskip hava verið á Flemish Cap í ár. Tey eru Klakkur, Kambur, Stapin, Ågot, Eivind og Váðasteinur. Tey fingu tveir túrar hvørt.

Sambært yvirliti hjá Vørn hevur Klakkur fiskað mest. Hann var komin upp í 682 tons týsdagin. Kambur hevði 607 tons, Eivind 517 og Stapin 476 tons

Ågot, sum er á veg heim, hevur góð 446 tons, og Váðasteinur var komin upp í 209 tons týsdagin. Váðasteinur er einasta skipið, sum ikki hevur frystarí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098