Christian heldur fram sum forseti í FSF

Christian heldur fram sum forseti í FSF
Eingin stillaði upp móti forsetanum og hinum í nevndini
Christian Andreassen heldur fram sum forseti í Fótbóltssambandinum.
 
19.02.2017 - 10:12

Christian Andreassen er  afturvaldur sum forseti í Fótbóltsambandinum.

FSF hevði aðalfund í gjár.

Christian Andreassen var einasta valevnið.

MB valdi annars stutt fyri freistina at skjóta Høgna í Stórustovu upp sum mótvalevni, men felagið tók uppstillingina aftur dagin eftir.

Orsøkin var innanhýsis trýst, varð sagt.

Sitandi nevndarlimir vóru eisini afturvaldir uttan mótvalevni. Teir eru Róin Schrøter, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason.

Roknskapurin hjá Fótbóltssambandinum var eisini góðkendur á aðalfundinum í gjár. Avlopið í 2016 var 600.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053