- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðar vónir til Etiska ráðið
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Hon vísir aftur, at talan er um eina nevnd, sum verður vald politiskt - tvørturímóti er tað eitt krav, at nevndin er óheft, faklig og fjøltáttað.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, væntar eitt betri grundað kjak um etiskar spurningar, tá ið Etiska ráðið kemur at virka.
Ráðið skal styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakliga virksemi, serliga á tí lív- og ílegutøkniliga økinum (bio- og genteknologi). Ráðið skal eisini gera myndugleikar og borgarar betri før fyri at taka støðu í etiskum spurningum.
SÍ EISINI Óttast ráðið verður politiskt
Frí fosturtøka og aktiv deyðshjálp kunnu vera dømi um viðkvæmar etiskar spurningar, sum Etiska ráðið kann viðgera. Spurningurin er so, hvussu politiska skipanin skal brúka niðurstøður og ráð frá Etiska ráðnum í slíkum málum.
Tað er politiska skipanin, sum velur Etiska ráðið, ið til samans telur níggju limir. Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum og ein nevndarlim.
Harafturat velur landsstýrismaðurin í heilsumálum tríggjar limir eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í ávikavist almannamálum, vinnumálum og kirkjumálum, ein lim eftir tilmæli frá kommunufelagnum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum á tingi.
SÍ EISINI Føroyar fáa nú etiskt ráð
Vísindasiðsemisnevndin setti í sínum hoyringarsvari spurnartekn við, um Etiska ráðið verður politiskt sett, tí landsstýrismenninir, sum seta ráðið, jú umboða politisku flokkarnar, sum sita við valdið.
Felagið føroyskir sálarfrøðingar heldur tað somuleiðis verða óheppið, at politisku flokkarnir á tingi skulu velja limir í ráðið, tí tá verður ivamál um, hvørt ráðið er óheft.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, leggur tó áherðslu á, at ráðið verður óheft og fakligt - og ikki politiskt litað.