Langt eftir á mál við rættargangslógini

Langt eftir á mál við rættargangslógini
Rættargangslógin í Føroyum krevur 200 dagføringar skal hon verða sum tann danska. Ein arbeiðsbólkur skal setast at orða dagføringar
Rættargangslógin í Føroyum krevur 200 dagføringar skal hon verða sum tann danska. Danska Løgmálaráðið hevur lovað at seta arbeiðsbólk at orða dagføringarnar
 
03.03.2017 - 08:36

Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur spurt Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, um arbeiðið at dagføra føroysku rættargangslógina er byrjað.

Danska Løgmálaráðið hevur lovað at seta arbeiðsbólk at orða dagføringarnar. Nú vil Magni Arge hava at vita, um hetta arbeiðið er byrjað, og nær føroyska rættargangslógin verður dagførd.

Løgmálaráðið ábyrgd fyri dagføringum

Magni Arge sigur í spurninginum til løgmálaráðharran, at hann hevur fingið at vita, at brúk er fyri 200 dagføringum í føroysku lógini, so hon verður sum tann danska.

Tá Fólkatingið týsdagin viðgjørdi eina broyting í føroysku rættargangslógini, minti Magni Arge løgmálaráðharran á, at Løgmálaráðið hevur átikið sær at fáa lógina dagførda.

Søren Pape Poulsen svaraði ikki tá. Nú hevur hann so fingið skrivligan spurning frá Magna Arge.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481