Løgmaður vónar framvegis eina breiða semju

Løgmaður vónar framvegis eina breiða semju
Hóast samgongan í løtuni stendur einsamøll við sínum fiskivinnupolitikki vónar løgmaður at fleiri enn 17 atkvøður vera fyri fiskivinnunýskipanini
Alt bendir á, at í løgtingið sleppur at viðgera í minsta lagi trý uppskot um fiskivinnunýskipan
Mynd: Savnsmynd  
 
04.03.2017 - 15:58

Samgongan stendur einsamøll við sínum fiskivinnupolitikki, nú uppskot um fiskivinnunýskipan verður lagt fram á tíðindafundi í Tinganesi mánadagin klokkan 14.

Hóast samband hevur verið millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin síðani týsdagin, tá samráðingarnar annars hildu uppat, so er framvegis langt millum partarnar. Við útvarpið í vikuni segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, seg framvegis vænta, at fleiri enn 17 atkvøður vera fyri fiskivinnunýskipanini, tá avtornar.

Landsstýrið hevur síðani týsdagin fyrireikað sítt egna uppskot um fiskivinnunýskipanina, sum verður sent til hoyringar eftir tíðindafundin mánadagin. Í løtuni bendir alt á, at í løgtingið sleppur at viðgera í minsta lagi trý uppskot um fiskivinnunýskipan, eitt frá landsstýrinum, eitt frá Sambandsflokkinum og eitt frá Fólkaflokkinum. Í november í fjør legði Sambandsflokkurin fram sítt boð uppá, hvussu ein fiskivinnunýskipan kann síggja út. Síðani hevur flokkurin verið í samráðingum við samgonguna, men tær samráðingarnar endaðu í vikuni. Sambandsflokkurin boðaði tá frá, at flokkurin fer at leggja sítt uppskot um eina fiskivinnunýskipan fram, tá sjálvt lógaruppskotið er liðugt orðað. Tað arbeiðið er enn ikki liðugt.

Les eisini: Uppskotið lagt fram mánadagin

Triðja uppskotið um eina fiskivinnnunýskipan er frá Fólkaflokkinum. Sambært Jørgeni Niclasen byggir tað á søgulig rættindi og rættar skeivleikar í verandi skipan. Fólkaflokkurin hevur eisini latið løgtingsskrivstovuni eitt lógaruppskot, sum einans snýr seg um at leingja verandi lóg um vinnuligan fiskiskap fýra ella trý ár. Tað skal brúkast, um ikki ber til at semjast um eina nýggja skipan fyri nýggjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459