Miðflokkurin: Landið skal selja sín part

Miðflokkurin: Landið skal selja sín part
Landið skal selja sín triðing. Peningurin skal brúkast til at byggja bústaðir til fólk, sum ikki fáa fígging í føroyskum peningastovnum
Miðflokkurin vil hava landið at selja sín triðing í BankNordik og brúka pengarnar, sum fáast fyri hann, til at byggja bústaðir til fólk, sum ikki fáa fígging í føroyskum peningastovnum
 
08.03.2017 - 08:37

Miðflokkurin finst hvassliga at BankNordik í uppskotinum til samtyktar. Bank Nordik raðfestir partaeigararnar, sigur flokkurin. Bankin hevði 179 mió. kr. í yvirskoti í 2016. 

Vinningsbýtið í ár er 300 milliónir krónur Sostatt tekur bankin 121 milliónir krónur úr fæi bankans og ríkar partaeigararnar eyka við hesum peningi, sigur Miðflokkurin.

Flokkurin leggur afturat, at samstundis eru nógvar ungar familjur, sum ikki megna at lúka krøvini frá lánistovnunum til bústaðarfígging. Tær fáa tí ikki lán at byggja ella keypa sær bústað.

Landskassin eigur triðingin av BankNordik

Um so var, at endamálið var at tryggja samfelagsuppgávuna at veita lagalig bústaðarlán, kundi framhaldandi ognarskapur í bankanum verið skilagóður. 

Men nú bankin rindar ovurstórt vinningsbýti, sum enntá er nógv størri enn ársins avlop, er ognarskapur landskassans í bankanum uttan meining, sigur Miðflokkurin. 

Endamál landskassans er ikki at seta pening í vinnulívið við vinningi fyri eyga, sigur Miðflokkurin eisini. Landskassin, ella Fíggingargrunnurin, fær 100 mió. kr. í vinningsbýti frá BankNordik í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786