Nú verður arbeiðsbólkurin settur

Nú verður arbeiðsbólkurin settur
Eina ferð í vár verður arbeiðsbólkurin, ið skal gera nýggja rættargangslóg fyri Føroyar, settur
 
08.03.2017 - 18:20

Bólkurin verður settur innan fyri næstu tveir mánaðirnar. Meira ítøkiligur er danski løgmálaráðharrin ikki, tá hann svarar Magna Arge, fólkatingsmanni.

Rættargangslógin í Føroyum krevur 200 dagføringar, skal hon verða sum tann danska. Magni Arge, fólkatingsmaður, spurdi Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, um arbeiðið at dagføra føroysku rættargangslógina er byrjað.

Danska Løgmálaráðið hevur lovað at seta arbeiðsbólk at orða dagføringarnar. Nú vildi Magni Arge hava at vita, um hetta arbeiðið er byrjað, og nær føroyska rættargangslógin verður dagførd.

SÍ EISINI Langt eftir á mál við rættargangslógini

Magni Arge sigur í spurninginum til løgmálaráðharran, at hann hevur fingið at vita, at brúk er fyri 200 dagføringum í føroysku lógini, so hon verður sum tann danska.

Søren Pape Poulsen svarar, at í arbeiðsbólkinum vera fólk, sum vita heilt nógv um Føroyar og um rættarskipanina í Føroyum. 

Hann sigur eisini, at arbeiðið at gera nýggja rættargangslóg fyri Føroyar er umfatandi. Tí ber ikki til at siga nú, nær arbeiðið er liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400