Løgtingið viðger ókeypis koyring

Løgtingið viðger ókeypis koyring
Undirsjóvartunlarnir skulu upp í almenna vegakervið, og tað skal verða ókeypis at brúka tunlarnar
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotini frá Sambandsflokkinum, um at tað skal verða ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eins og í øðrum tunlum í landinum
 
14.03.2017 - 08:40

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotini frá Sambandsflokkinum, um at tað skal verða ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eins og í øðrum tunlum í landinum.

Sambandsflokkurin skjýtur upp, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða latnir landinum ókeypis ávikavist 1. mai í ár og 1. mai næsta ár. Og somu dagar fellur bummgjaldið burtur.

Tunlarnir í almenna vegakervið

Flokkurin sigur, at í galdandi lóg um Vágatunnilin stendur, at tá lánini eru afturgoldin, skulu undirsjóvartunlarnir í almenna vegakervið. Men tað heldur landsstýrið ikki. Tað vil eisini hava partapeningin hjá landinum aftur fyrst.

Fyri at fáa landskassanum pengar til at reka teir báðar undirsjóvartunlarnar, tá bummgjaldið er strikað, mælir Sambandsflokkurin samstundis til at hækka vektgjaldið og gjaldið á bensini og dieseli. 

Sambandsflokkurin væntar eisini, at tríggjar milliónir krónur verða spardar, tá feløgini, sum hava umsitið tunlarnar, verða tikin av. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522